Jacob Vestergaard væntar semju

16.12.2013 - 13:24
InnlendisPolitikkur
Jacob Vestergaard væntar semju
Hóast Føroyar hava havnað tilboðnum frá ES, sigur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, at londini eru enn í eini tilgongd

- Vit eru fýra partar, sum skulu býta tilfeingið, vit eiga í felag. Vit gera eina avtalu, tá vit halda, at vit hava fingið tað, vit hava uppiborið.

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur havnað tilboðnum frá Damanaki. Sjálvur vil hann ikki kalla tað eitt tilboð. Eingin skal geva okkum nakað, vit hava rætt til, minnir hann á.

Tey fýra strandarlondini, ES, Noreg, Ísland og Føroyar nærkast spakuliga einari semju. Tað heldur landsstýrismaðurin, at uppskotið vísti greitt. Tað var eisini orsøkin til, at hann segði, at tilboðið var áhugavert.

Vónar semju

Hann vónar, at semja fæst um makrelbýtið í januar, eisini hóast umboð fyri norsku fiskivinnuna hava sagt, at tey taka undir ongum umstøðum undir við uppskotinum, sum Damanaki gav Føroyum.

- Vit skulu smíða, meðan jarnið er heitt. Vit skulu arbeiða intenst komandi mánaðin, so vit kunnu gera eina avtalu, sigur hann.

Damanaki hevur skotið upp, at Føroyar fáa 11,9 prosent av makrelbýtinum næsta ár. Sjálvur vil landsstýrismaðurin ikki váttað talið 11,9 prosent, men tað er í øllum førum ikki langt burtur, ásannar hann.

Men Føroyar skulu hava meira enn tað. Uppskotið hjá Damanaki er í øllum førum ov langt burturi frá teimum 15 prosentunum, sum Føroyar krevja. Tey fimtan prosentini eru kortini ikki eitt ófrávíkiligt krav.

- Nei, tað er tað ikki. Tað vita hinir partarnir eisini. Partarnir flyta seg allatíð, staðfestir Jacob Vestergaard, uttan at siga, hvussu nógv Føroyar vilja slaka.

Meira enn Ísland

Hann ger eisini greitt, at Føroyar skulu hava meira enn Ísland. Útgangsstøðið fyri samráðingunum var, at Ísland fekk null prosent av kvotuni, og Føroyar fingu sløk fimm prosent. Tí heldur hann ikki, at nakað grundarlag er fyri, at Ísland fáa eins nógvan makrel at fiska sum Føroyar.

ES ætlar at bjóða Føroyar ein pakka, sum Jacob Vestergaard tekur til. Umframt makrelkvotuna vera handilsforðingarnar millum ES og Føroyar umrøddar í tilboðnum, sum Damanaki hevur givið Føroyum. Tað er helst í eini roynd at fáa Føroyar at slaka í sínum krøvum í makrelsamráðingunum.

Handilsforðingarnar

Jacob Vestergaard heldur, at tað hevur órógvað meira enn tað hevur gagnað samráðingunum, at Damanaki hevur umrøtt handilsviðurskiftini millum londini í hesum samráðingunum.

- Hon hevur tosað um ávís viðurskiftini, umframt makrelsamráðingarnar. Tað er kortini ov lítið ítøkiligt til, at eg vil viðmerkja tað, sigur landsstýrismaðurin.

Uttanlandsnevndin hevur ikki verið við til at tikið avgerðina at havna uppskotið hjá Jacob Vestergaard. Hann sigur, at Løgtingið hevur givið honum heimild at semjast við hini strandarlondini, og Uttanlandsnevndin skal bara geva sítt samtykki, áðrenn tann endaliga avtalan verður undirskrivað.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. mars
Morgunlesturin hósdagur 26.mars 2026
205923
Mikudag 25. mars
Valkøn 25. mars 2026
206228
Mikudag 25. mars
Fyrsta val 25. marts 2026
206200
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. mars
Løgtingsval 2026: Forfólkaumfar
206224
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194
Týsdag 24. mars
Fólkatingsval 2026
206167
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 2:3
135345