18 vindskaðar fráboðaðir løgregluni

19.12.2013 - 12:54
InnlendisSamfelag
18 vindskaðar fráboðaðir løgregluni
Tað var av ringasta veðri fyrrapartin, og skaðar hava verið í øllum landinum

Tað var rættiligt illveður eitt skifti fyrrapartin, og tað er framvegis nógvur vindur.


Tá vindurin var mestur, vóru útivið 60 metrar um sekundið á Norðradalsskarði, og í fleiri øðrum plássum vóru millum 40 og 50 metrar um sekundið.


Eitt skifti fyrrapartin fór streymveitingin eisini í meginøkinum. Øll pláss hava fingið streymin aftur, uttan Norðradalur og Syðradalur. Bíðað verður eftir at vindurin minkar meir, áðrenn menn fara at kanna linjurnar, upplýsir Finn Jakobsen, tekniskur leiðari hjá SEV.


Rani Wardum, vaktarleiðari á politistøðini í Havn, sigur, at tey hava fingið fráboðani rum 18 skaðar - av Økrum til Viðareiðis og vestur til Sørvágs.

Hoyr samrøðu við Rana Wardum í útvarpstíðindunum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 13. mai
Andaktin - teknmálstulkað
208343
Mikudag 13. mai
Misery - teknmálstulkað
208313
Mikudag 13. mai
Sharenting - teknmálstulkað
208310
Mikudag 13. mai
Hallucination - teknmálstulkað
208306