Verji: Politiið avgreiðir ikki málini

20.12.2013 - 13:14
InnlendisSamfelag
Verji: Politiið avgreiðir ikki málini
18 ára gamli maðurin, sum er skuldsettur fyri at hava stungið fýra fólk í summar, noyðist at halda jól í varðhaldinum í Mjørkadali
Jógvan Páll Lassen, verji, heldur, at politiið brúkar ov lítla orku at kanna mál og fáa tey avgreidd

Føroya rættur longdi fyrrapartin varðhaldsfongslingina fýra vikur, tí politiið er ikki liðugt við sínar kanningar.Tá hesar fýra vikurnar eru farnar, hevur maðurin verið hálvt ár í varðhaldi.

Ikki er loyvt at endurgeva tað, sum varð sagt á rættarfundinum í dag.

Jógvan Páll Lassen, verji hjá unga skuldsetta manninum, er alt annað enn nøgdur við úrskurðin hjá rættinum og longu varðhaldsfongslingarnar í Føroyum yvirhøvur.

Politiið er ikki so áhugað í at fáa rættargangslógina broytta, tá tað er til frama fyri onnur enn politiið sjálvt.

Og Jógvan Páll Lassen heldur eisini, at politiið brúkar ikki nóg nógva orku til at kanna málini og fáa tey avgreidd sum skjótast.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 10. mai
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
208155
Sunnudag 10. mai
Bolero
208154
Sunnudag 10. mai
Credo: Ora et labora.
208078
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 10. mai
Misery
208162
Sunnudag 10. mai
Andaktin
208158
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112
Fríggjadag 8. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208075