Kolavegurin í Hvalba er vandaøki

02.01.2014 - 15:53
InnlendisSamfelag
Kolavegurin í Hvalba er vandaøki
Hvalbingar ávara ikki bert um vandan við tunlinum, men eisini tunnilsvegnum

<p>Kolavegurin, sum er vegurin úr Hvalba til tunnilin, er eitt vandaøki.</p>

<p>Tað heldur Trygvi Gudmundarson, borgarstjóri í Hvalba.</p>

<p>Bygdarráðið í Hvalba hevur í mong ár ávarað um vandan við sjálvum tunlinum. Men í bygdarráðnum stúra tey eisini fyri kolavegnum, har tung ferðsla og skúlabussar koyra hvønn dag.</p>

<p>Landsstýrið hevur boðað frá, at tunnilin til Hvalbiar er tann næsti í røðini, tá Viðareiðistunnilin er liðugur. Tað er í 2016. Borgarstjórin ivast í, um hvalbingar kunnu bíða so leingi.</p>

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mai
Eitt korter við jazzi
208926
Hósdag 28. mai
Morgunlestur hósdagur 28.mai 2026
208232
Mikudag 27. mai
Skratsj 27. maj 2026
208865
Mikudag 27. mai
Eitt korter við klassiskum
208859
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 27. mai
Lokkin 1:2
109457
Mikudag 27. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208852
Týsdag 26. mai
Veðrið
208816