Eingin avgerð tikin um at hækka tøkugjaldið

Eingin avgerð tikin um at hækka tøkugjaldið
Munurin millum prís og framleiðslu verður kannaður, áðrenn støða verður tikin til tøkugjaldið í alivinnuni, sigur landsstýrismaðurin í vinnumálum
Ætlanin er tí at tillaga tøkugjaldið í alivinnuni, so tað endurspeglar nýggja veruleikan, men enn er eingin avgerð tikin. (Savnsmynd)
 
01.08.2022 - 11:14

Hóast laksaprísurin hevur verið óvanliga høgur seinastu tíðina, er framleiðslukostnaðurin hjá alivinnuni eisini hækkaður.

Ætlanin er tí at tillaga tøkugjaldið, so tað endurspeglar nýggja veruleikan.

Tað segði løgmaður í røðu sínari á ólavsøku.

Hann segði einki um, at ætlanin er at hækka gjaldið.

 

Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í vinnumálum.

 

Kanna prísmunin

Og eingin avgerð er tikin um tað, sigur Magnus Rasmussen, sum umsitur alingina í landsstýrinum.

Munurin millum prís og framleiðslu verður kannaður, áðrenn nøkur avgerð verður tikin, sigur hann.

Nú er tøkugjaldið hálvt prosent, tá kilo kostar minni enn 32 krónur, tað er 2,5 prosent, tá kiloprísurin er millum 32 og 36 krónur, og tøkugjaldið er fimm prosent, tá prísurin fer upp um 36 krónur.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334