Løgmaður fekk onga kunning

bannari
11.01.2014 - 15:12
InnlendisPolitikkur
Løgmaður fekk onga kunning
Løgmaður varð ikki kunnaður um tað tætta samskiftið, sum var millum Samhaldsfasta, CIP og landsstýrið, serliga Fíggjarmálaráðið

Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, nú tað er komið fram, at Samhaldsfasti var í tingingum við CIP at seta pengar í tunnilsverkætlanina.

Og júst tað, at tætt samskiftið var millum partarnar, er orsøkin til, at løgmaður vildi hava annan kanningarstjóra.

Tætt samskifti

Samskiftið millum Samhaldsfasta og CIP, sum Kringvarpið avdúkaði hósdagin, vísti, at Annfinn Vitalis Hansen hevur verið í tingingum við landsstýrið, serliga Fíggjarmálaráðið, um at broyta reglurnar fyri Samhaldsfasta í mai mánaða í fjør, so hann kundi seta pengar í tunnilsverkætlanina hjá CIP.

Annfinn Vitalis Hansen varð koyrdur frá sum kanningarstjóri í gjár, tí ivasemið um kanningina var ov stórt, sum løgtingsformaðurin Jógvan á Lakjuni málbar seg.

Sum formaður fyri Samhaldsfasta hevði Annfinn Vitalis Hansen samskifti við landsstýrið, serliga Fíggjarmálaráðið, um tunnilsverkætlanina. Í einum telduposti frá Samhaldsfasta til Rúna Bro Róin frá CIP verður eisini staðfest, at signalini frá landsstýrinum vóru positiv.

Løgtingið heitti á Annfinn Vitalis Hansen um at kanna handfaringina av málinum um Eysturoyartunnilin. Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, sigur seg vita, at samskiftið var millum partarnar, men ikki, hvussu tætt samskiftið var.

 

Løgtingsskrivstovan velur kanningarstjóra
Stýrisskipanarlógin ger greitt, at kanningarstjórin á ein hvønn hátt ikki skal hava verið partur av málinum.

Sambært løgmanni hava embætisfólkini og avvarandi landsstýrisfólkini ikki kunna hann um, hvussu tætt samskiftið var millum Samhaldsfasta og CIP.

Løgmaður sigur kortini, at tað er Løgtingsskrivstovan, sum fremst av øllum skal tryggja sær, at kanningarstjórin er gegnigur til arbeiðið.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Poppverturin 15
208469
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Sunnudag 6. september
Tónleikur í 13 øldir (10:10)
210353
Sunnudag 6. september
Bolero 06 sep 2026
212774
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598