Stjórin í TAKS: - Okkara eftirlit riggar

28.01.2014 - 11:46
InnlendisPengar
Stjórin í TAKS: - Okkara eftirlit riggar
Tað staðfestir stjórin í TAKS, nú uppgerðin fyri 2013 vísir, at stovnurin fekk 113 milliónir kr. inn í eftirlitsarbeiði í 2013
Eftirlitsarbeiði hjá TAKS riggar, staðfestir Eyðun Mørkøre, stjóri, nú uppgerðin fyri 2013 vísur, at stovnurin í fjør fekk inn 113 milliónir kr. í eftirlitsarbeiði
Mynd: KvF  

- Hóast TAKS kom fram á 113 milliónir krónur í 2013, merkir tað ikki, at vit hava nógvar skattasnýtarar í Føroyum, sigur Eyðun Mørkøre, stjóri á TAKS.

Meginparturin av teimum 113 milliónunum fekk TAKS til høldar við eftirliti og rættingum í skattskyldugu inntøkuni hjá føroyingum í 2013.

Rættingar í meirvirðisgjaldi vórðu gjørdar fyri sjey milliónir, og rættingar í kapitalvinningskatti vórðu í 2013 gjørdar fyri seks milliónir krónur.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. apríl
Jambalaja - 250426
207562
Leygardag 25. apríl
Vikugesturin: Hví ikki eg?
207557
Leygardag 25. apríl
Vikan 25. apríl 2026
207553
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204
Fríggjadag 24. apríl
Veðrið
207539
Fríggjadag 24. apríl
Kakumiks 2 (6:7)
207533