Betri kærir Fíggjarmálaráðið til Umboðsmannin

Betri kærir Fíggjarmálaráðið til Umboðsmannin
TAKS vildi ikki geva innlit. Ta avgerðina staðfesti Fíggjarmálaráðið.
Fíggjarmálaráðið gav TAKS viðhald og er kært fyri tað.
 
22.08.2017 - 11:51

Fíggjarmálaráðið er kært til Løgtingsins umboðsmann.

Fíggjarmálaráðið gav TAKS viðhald, tá TAKS noktaði at geva Betri banka innlit í skattamálið hjá Eik banka.

Betri banki varð ikki hoyrdur um skattamálið í kanningini hjá Bárði Larsen, løgfrøðingi.

Fíggjarmálaráðið bað hann um at kanna lutin hjá TAKS í málinum.

Men Betri banki sigur seg eiga at verða hoyrdan sum part í málinum. 

Og tá hevði niðurstøðan hjá løgfrøðingunum blivið ein onnur, sigur bankin.

Byrjar við fyrispurningi

Tað byrjaði við, at Betri vendi sær til Løgtingsins umboðsmann við einum fyrispurningi um kanningina.

Formanskapurin í Betri Banka er ónøgdur við kanningina hjá Bárði Larsen, tí hon bara byggir á skjøl hjá TAKS, og í ávísum førum á samrøðum við starvsfólk hjá TAKS. 

Løgtingsins umboðsmaður helt ikki, at hon kundi taka málið upp av sínum eintingum.

Betri kærdi síðani til Fíggjarmálaráðið, tí bankin fekk ikki innlit hjá TAKS.

Fíggjarmálaráðið hevur svarað. Útvarpið hevur ikki sæð svarið.

Og nú hevur Betri júst kært til Løgtingsins umboðsmann, sum ikki enn veit, um kæran verður viðgjørd har. 

Bara settur at kanna TAKS

Fíggjarmálaráðið setti Bárð Larsen, løgfrøðing, at kanna lutin hjá TAKS í skattamálinum hjá Eik banka.

Hann varð eisini settur sum bráðfeingis stjóri hjá TAKS, meðan hann kannaði málið, so tað var lættari hjá honum at sleppa fram at skjølum.

Bárður Larsen var ikki settur sum kanningarstjóri.

Bárður Larsen mælti til í sínari niðurstøðu, at skattamálið hjá Eik banka varð latið fútanum at taka støðu til. 

Fíggjarmálaráðið bað so TAKS gera tað. Og tað hevur TAKS gjørt.

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Fríggjadag 7. august
Vikuskiftið 7 august 2026
211661
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558