- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tekur grundarlagið undan festikontuskipanini
06.02.2014 - 13:57
Innlendis›Politikkur
Tekur grundarlagið undan festikontuskipanini
Forkvinnan í Búnaðargrunninum er ímóti uppskotinum hjá Jacobi Vestergaard, landsstýrismanni, um broytingar í jarðarlógini

Forkvinnan í Búnaðargrunninum heldur, at ætlaða broytingin í jarðarlógini kann hava við sær, at færri pengar koma á festikonturnar
Uppskotið um at broyta lógina um landsjørð, sum Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur lagt fyri tingið, kann taka grundarlagið undan festikontuskipanini.
Tað heldur forkvinna í Búnaðargrunninum, Óluva J. Midjord.
Jacob Vestergaard vil gera tað lættari hjá Búnaðarstovuni at taka nýtslurættin til lendið aftur frá festarum og leiga kommunum lendið til almannagagnligt endamál.
Men forkvinnan í Búnaðargrunninum heldur, at vandi er fyri, at færri pengar koma inn á festikonturnar. Óluva J. Midjord umboðar tó bert sjónarmiðini hjá einum parti av Búnaðargrunninum, tí grunnurin hevur sent tvey hoyringarskriv til lógaruppskotið.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV














