BLF tapti mál um løn í uppsagnartíðini

07.02.2014 - 08:14
InnlendisSamfelag
BLF tapti mál um løn í uppsagnartíðini
Fakfelagið kravdi, at 10 starvsfólk í Landsbankanum skuldu fáa løn í uppsagnartíðini, men tað vildi Lønardeildin ikki

Búskapar- og Løgfrøðingafelagið hevur tapt eitt sakarmál móti Fíggjarmálaráðnum, sum fakfelagið hevur ført fyri fyrrverandi starvsfólkini í Landsbankanum í Føroya rætti.

Fakfelagið kravdi, at starvsfólkini - um 10 í tali - fingu løn í uppsagnartíðini.

Men lønardeildini sýtti fyri hesum, og vístii til, at øll starvsfólkini høvdu fingið annað starv hjá tí almenna, og tí ikki skuldu hava uppsagnarløn.

Búskapar- og Løgfrøðingafelagið hevur nú fýra vikur at umhugsa, um dómurin skal kærast
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttandurðaguðstænasta
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Sunnudag 24. mai
Bolero 24 mai 2026
208761
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208760
Nýggjastu sendingar í SV