Kanning av røktar-starvsfólki steðgað

21.02.2014 - 10:01
Innlendis›Samfelag
Kanning av røktar-starvsfólki steðgað
Virkandi stjórin í Almannaverkinum hevur steðgað kanningini av arbeiðnum hjá starvsfólkum á røktarheimum

Kanningin hevði til endamáls at vísa, hvussu langa tíð starvsfólk nýta til ymsar uppgávur. Eitt nú hava starvsfólk á røktarheimum skrásett, hvussu nógvar minuttir tað tekur at hjálpa einum fólki í bað.

Eyðun Mohr Hansen, virkandi stjóri í Almannaverkinum, sigur, at hann hevur gjørt av at steðga kanningini, tí játtanin til eldraøkið í ár er vaksin, og eldraøkið verður lagt til kommunurnar næsta ár. Tá verður fíggjarleisturin eisini øðrvísi.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-ArcticVision 2026
214213