Islamistar jagstra kristnar arabarar

23.04.2014 - 10:33
LívsstílurÁtrúnaður
Islamistar jagstra kristnar arabarar
Í miðeystri hava kristnu arabararnir verið umleið 10 prosent av samlaða fólkatalinum í Miðeystri. Í dag eru bert umleið fýra prosent eftir. Hví?
Arabisk kristin rýma úr arabiska heiminum, undan forfylging, diskriminatión, álopum og hóttanum
Mynd: Xinhua/eyevine  

Klaus Wivel, journalistur og korrespondentur á Weekendavísini, hevur skrivað bókina ”Hin Seinasta Kvøldmáltíðin”, har hann greiðir frá síni ferð millum kristin í Miðeystri, sum í hesum tíðum rýma í hópatali úr arabiska heiminum.

Tey rýma til Europa, Kanada, USA, Suðuramerika og Australia, og tey rýma undan forfylging, diskriminatión, álopum og hóttanum. 

Hví er ágangurin so harður móti hesum minniluta í arabiska heiminum? Tað er ein av mongu spurningunum Klaus Wivel setir í bókini.

 

Arabiska várið ein orsøk

Fyri mong kristin hevur tann arabiski uppreisturin, sum byrjaði á vári í 2011, einans verra um støðuna, og á heysti í fjør, rópti Amnesty International varskó og heitti á politisku leiðararnar í økinum, um at verja kristnar arabarar, áðrenn hesin minnilutabólkurin heilt er horvin í Miðeystri. 

Í vesturheiminum verða tey sædd sum arabarar og fáa lítla og onga hjálp. Heima í Miðeystri verða tey sædd sum kristin, sum hoyra heima í vesturheiminum. Tey gerast tí offur í einum størri stríði millum vesturheimin og muslimska heimin. Einum stríði, sum ikki er teirra.

Heini í Skorini, sum er fyriskipari fyri tiltaki í Norðurlandahúsinum, har rithøvundurin Klaus Wivel fer at halda ein fyrilestur um støðuna hjá kristnum arabarum, er gestur í útvarpsstovuni og greiðir frá støðuni í Miðeystri. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Mánadag 17. august
RagnarRokk: Patrick Prochiner um Desolation
209148
Sunnudag 16. august
Tónleikur í 13 øldir (7:10)
210351
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744