Hava brúkt eina milliard uppá ein turran brunn

02.07.2014 - 14:39
Lívsstílur
Hava brúkt eina milliard uppá ein turran brunn
Men sjálvt um Brugdan var turr, so ræður um ikki at missa mótið, sigur Jan Muller, stjóri í FOÍB

Statoil kunngjørdi í síðstu viku, at hvørki olja ella gass var at finna í Brugduni, ið leitiøki verður rópt, har leitað var eftir kolvetni. Borurin er nú fluttir yvir til øki, ið verður rópt Súlan Stelkur.

Jan Muller vísir á, at vanligt er, at oljufeløg bora umleið tíggju hol, fyri hvørt fund og enn eru ikki gjørdar tíggju oljuboringar á føroyskum øki. Brugdan var áttanda holið, ið varð borað í føroysku undirgrundini og nýggja leitiøkið, Súlan Stelkur, er tað níggjunda holið. 

Í Noregi vóru yvir 30 boringar gjørdar, áðrenn fyrsta oljufundi, sigur Jan Muller. 

Men hann ásannar tó, at av tí, at tað er so dýrt at leita eftir olju í føroysku undirgrundini, verður tað eitt bakkast fyri føroyska oljuleiting, um hvørki olja ella gass verður funnið í Súlan Stelkur. 

Súlan Stelkur er seinasta skotið í byrsuni á hesum sinni. 

- Brugdan var turr, og nú er bert eitt skot eftir, sigur Jan Muller.

Jan vísir á, at stjórin í Statoil Føroyar, Rúni Hansen, hevur sagt, at um onki verður funnið í Súluni, so merkir tað ikki, at byrsan ikki verður lødd aftur, spurningurin er bara nær?

- Oljufeløgini brúka ikki eina milliard krónur uppá ein turran brunn bara til stuttleika, sigur Jan. 

- Hetta krevur heilt einfalt tíð, tol og pengar, sigur Jan Muller, stjóri í Føroya Oljuídnaðar Bólki. 

Lurta eftir samrøðuni við Jan Muller. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 6. desember
PLÁTUPANELIÐ #34 (1980)
201137
Leygardag 6. desember
Jambalaja - 061225
201123
Leygardag 6. desember
Vikan 6. desember 2025
201115
Leygardag 6. desember
Upp á tá - 051225
201113
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 6. desember
Hondbóltur: Føroyar - Ísland
201142
Leygardag 6. desember
HM24: Spania - Týskland
201139
Leygardag 6. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201114
Fríggjadag 5. desember
Veðrið
201099
Fríggjadag 5. desember
HM25: Montenegro - Týskland
201067