Kvívík noyðist at gjalda 800 tús. fyri eldraøkið

02.07.2014 - 09:04
Innlendis›Politikkur
Kvívík noyðist at gjalda 800 tús. fyri eldraøkið
So stór rokning fer at raka aðrar tænastur í kommununi, sigur borgarstjórin

At eldraøkið verður yviritikið kann gerast ein vanlukka fyri Kvívíkar kommunu, tí útrokningar vísa, at kommunan skal rinda millum 600.000 og 800.000 kr. meira til eldraøkið um árið.

Og tað fer at raka aðrar tænastur í kommununi, sigur borgarstjórin.

Dánjal Petur Muller, borgarstjóri, vísir á, at afturberingin, sum kommunurnar fáa, eigur at verða javnari enn talan er um í tí uppskotinum, sum nú liggur á borðinum

Samráðingarnar um samstarv millum kommunurnar hava annars gingið so mikið væl, at tær helst eisini fara at samstarva um barnaverd og annað , sigur Dánjal Petur Muller.

Heimatænastan í samstarvsøkinum V.E.K.S hevur trý heim at ráða yvir. Ellis- og Røktarheimið "Mørkina" í Streymnesi við 32 búplássum, Heimið á Grønanesi í Vestmanna við 24 búplássum  og sambýlið "Korndalsbýlið" á Eiði, sum hevur 15 búpláss.

 

Mynd: Dánjal Petur Muller er borgarstjóri í Kvívíkar kommunu

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 1. oktober
Breddin: Fíggarlógin og vaktarskipini
214095
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026