HB: Vit skulu spæla sum landsliðið

02.07.2014 - 18:42
Lívsstílur
HB: Vit skulu spæla sum landsliðið
Segði Finnbogi Arge, tá hann var spurdur um hvussu HB skal spæla fyrra Champions leauge dystin móti FC Lincoln

Finnbogi Arge sipar til vinardystin millum Føroyar og Gibraltar fyrr í ár, tá Føroyar vann 4-1.

Hann endurgevur hvat venjarin Heðin Askham hevur sagt við leikararnar. Grundin til at HB skal spæla sum landsliðið er tí, at tá riggaði spælið við miðvallarunum sera væl. 

 

Tað eru ikki nógv viðhaldsfólk við HB til útidystin móti FC Lincoln, men tó sigur formaðurin í HB, Finnbogi Arge at tey nokk skulu rópa fyri seg.


Atgongumerkjasølan hevur gingið væl. Áleið 2500 pláss eri til dystin, og tað er úselt.


Finnbogi Arge vónar at HB fær eitt gott úrslit við sær heim, men leggur afturat at uppgávan er trupul. FC Lincoln hevur styrkt seg væl til hendan søguliga dystin.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 6. mai
Dylan 85
207986
Mikudag 6. mai
Skratsj 6. maj 2026
207974
Mikudag 6. mai
Eitt korter við klassiskum
207973
Týsdag 5. mai
1. maidagshald í Vágsbotni í Havn
207937
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 6. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207968
Týsdag 5. mai
Veðrið
207947
Mánadag 4. mai
Veðrið
207904