Ongantíð so nógv æti sum nú

03.07.2014 - 12:58
InnlendisSamfelag
Ongantíð so nógv æti sum nú
Æti hevur týdning fyri fiskastovnarnar, men stjórin á Havstovuni er kortini varin

Ongantíð fyrr hevur so nógv plantuæti verið á landgrunninum sum nú.

Kanningar eru gjørdar av ætinum síðani í 1997. Talan er um samstarv ímillum Havstovuna og Lívfiskastøðina í Skopun. Lívfiskastøðin tekur royndir av sjónum, sum síðani verða kannaðar á Havstovuni.

Seinastu árini hevur lítið æti verið, og gongdin í flestu fiskastovnunum hevur verið vánalig. Eitt nú hava toskur, hýsa og nebbasild verið serliga illa fyri.

Nú nøgdin av æti veksur, so skuldu útlitini batnað, men stjórin á Havstovuni, Eilif Gaard, er kortini varin.

 

Mynd: Eilif Gaard er stjóri á Havstovuni

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086