Fylking og Fiskepigernes Fagforening leggja saman

11.07.2014 - 18:42
Innlendis›Samfelag
Fylking og Fiskepigernes Fagforening leggja saman
Orsøkin til samanleggingina er, at fakfeløgini fáa ikki mannað nevnd

Tey bæði elstu fakfeløgini í landinum, Fylking og Fiskepigernes Fagforening á Tvøroyri leggja nú saman. Í morgin verður aðalfundur í báðum fakfeløgunum og á skránni er samanlegging av feløgunum. Fiskepigernes Fagforening varð stovnað í 1922, og Fylking í 1915. 

Limirnir í Fylking arbeiða ymsastaðni í Suðuroynni, meðan limirnir í Fiskepigernes fagforening arbeiða á virkinum hjá Varðanum Pelagic og á virkinum í Hvalba.

Ársaðalfundur verður í húsum felagsins leygardagin, 12. juli, kl. 14. Um Fylking og Fiskepigernes Fagforening verða samanløgd, verða umleið 300 limir í nýggja felagnum.

Hoyr samrøðu við Sunrid Vang, forkvinnu í Fiskepigernes Fagforening á Tvøroyri. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040