Neyðugt við átøkum at basa fátækraváða

04.08.2014 - 08:00
Innlendis›Politikkur
Neyðugt við átøkum at basa fátækraváða
Formaðurin í Javnaðarflokkinum vil hava at vita, hvørjar ætlanir samgongan hevur í málinum

Ongum skal nýtast at liva í fátækraváða í Føroyum, og tí eru politisk átøk neyðug, sum tryggja borgarum í fátækraváða rímilig kor.

Tað heldur formaðurin í Javnaðarflokkinum, Aksel. V. Johannesen.

Nógvir føroyingar liva í fátækaraváða, men landsstýrið hevur onga greiða loysn, hvussu hesin trupulleikin kann basast, heldur hann.

Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, segði í røðu sínari á ólavsøku, at í løtuni verður kannað, hvussu fólk, sum liva undir fátakaramarkinum, kunnu hjálpast burtur úr støðuni.

Tað eru fyrst og fremst stakir uppihaldarar og børn teirra, sum eru í fátækraváða, segði løgmaður.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026