Hevur ikki altíð álit á Havstovuni

06.08.2014 - 16:02
Innlendis›Politikkur
Hevur ikki altíð álit á Havstovuni
Ttilmælið frá Havstovuni rínir ikki við landsstýrismannin, sum mælir til óbroytt fiskidagatal næsta fiskiár

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, hevur ikki altíð álit á tí arbeiði, sum Havstovan ger og teimum tilráðingum, sum Havstovan letur landsstýrismanninum.

Tað segði hann, tá løgtingið fyrrapartin hevði fyrstu viðgerð av fiskidøgunum fyri næsta fiskiár.

Tað var Páll á Reynatúgvu, framsøgumaður fyri Tjóðveldi, sum undir orðaskiftinum spurdi, hvørja støðu landsstýrismaðurin hevur til serkunnleikan á Havstovuni.

Havstovan hevur í sínum tilmæli til landsstýrismannin mælt til at skerja fiskidagarnar munandi næsta fiskiár, tí botnfiskastovnurin undir Føroyum er so illa fyri, sambært Havstovuni.

Men tilmælið frá Havstovuni rínir ikki við landsstýrismannin, sum mælir til óbroytt fiskidagatal næsta fiskiár.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026