256 fólk arbeiðsleys í oktober

256 fólk arbeiðsleys í oktober
Arbeiðsloysið er 0,7 prosent, bæði hjá monnum og kvinnum
Framvegis arbeiði til allar hendur. Arbeiðsloysið hevur verið 0,7 prosent síðani í apríl í fjør. (Savnsmynd: Hagstovan)
 
24.11.2023 - 10:59

Arbeiðsloysið var 0,7 prosent í oktober. Tað svarar til 223 fulltíðararbeiðsleys. 

Fulltíðararbeiðsleys eru fólk, sum eru arbeiðsleys allan mánaðin. 

Eru tvey fólk arbeiðsleys hálvan mánað hvørt, telja bæði sum eitt fulltíðararbeiðsleyst fólk.

Í oktober vóru 256 fólk arbeiðsleys.

 

Minni enn eitt prosent síðani í fjør

Arbeiðsloysið hevur verið minni enn eitt prosent síðani apríl í fjør.

Arbeiðsloysið er 0,7 prosent, bæði hjá monnum og kvinnum.

Arbeiðsloysið er minst í Vágum og í Norðoyggjum. Tað er størst í Suðuroynni.

Arbeiðsloysið er minst í aldursbólkinum 45 til 54 ár og størst hjá teimum 25 til 34 ára gomlu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 11. oktober
Møti
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531