Umboðsráð skal koma við tilmæli um fiskidagar

13.08.2014 - 13:09
Innlendis›Politikkur
Umboðsráð skal koma við tilmæli um fiskidagar
Meirilutin í Vinnunevndini heldur, at vit eiga at fara aftur til fyrstu árini hjá fiskidagaskipanini

Tá var eitt ráð, sum tók samanum tilmælini hjá Fiskirannsóknarstovuni og Stovnsrøktarnevndini um fiskidagar, so landsstýrismaðurin bara fekk tað eina tilmælið.

Og hetta er vert at endurtaka, heldur meirilutin í Vinnunevndini hjá løgtinginum.

Vinnunevndin mælir landsstýrismanninum til at koma við lógaruppskoti um umboðsráð. Onnur viðgerð av uppskotinum um fiskidagarnar næsta ár er í løgtinginum í dag.

Hoyr samrøðu við Alfred Olsen, formann í Vinnunevndini, í útvarpstíðindunum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040