- Tíðindi, mentan og ítróttur
Umsitingarætlanin varð ongantíð staðfest
14.08.2014 - 15:40
Innlendis›Politikkur
Umsitingarætlanin varð ongantíð staðfest
Havstovan gjørdi ímóti andanum í ætlanini, tá hon mælti til at skerja fiskidagarnar, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður

Umsitingarætlanin um fiskivinnuna frá 2011 varð ongantíð staðfest. Og Havstovan gjørdi móti andanum í ætlanini, tá hon mælti til at skerja fiskidagarnar.
Tað sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður
Arbeiðsbólkurin, sum gjørdi umsitingarætlanina, mælti til ikki at gera ov stórar broytingar í fiskidøgum og øðrum reguleringum frá ári til árs. Tað skuldi geva vinnuni tryggari karmar.
Men í 2012 mælti Havstovan til at skerja fiskidagarar 20 prosent næsta árið, og í fjør var tilmælið 30 prosent færri dagar.
Og tað er ikki farið aftur við borðinum hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
RagnarRokk: Sonny Lombardozzi um A Bleeding Tree Hanging Self Destruction
212039
Nýggjastu sendingar í SV












