Miklagarður kallar matvørur aftur

15.08.2014 - 15:15
InnlendisSamfelag
Miklagarður kallar matvørur aftur
Illgruni er um, at listeria-bakteria kann vera í ymisum kjøtvørum

Miklagarður í SMS í Havn kallar nú aftur fleiri matvørur, tí illgruni er um, at listeria-bakteria kann vera í teimum.

Enn er eingin tilburður staðfestur, men Miklagarður tekur eingi óráð fyri og vil fyribyrgja, at nakar skaði hendir.

Talan er um níggju ymisk sløg av matvørum: Hamburgarryggur, skinka, rullupylsa, oksabringa, saltkjøt, kálvarrullupylsa, luksus speygupylsa, roykt filet og neytaspeygupylsa við osti.

Talan er um matvørur, sum eru pakkaðar frá 28. apríl til 7. august.

Kundar, sum hava keypt hesar matvørur, skulu tveita matvørurnar burtur, ella venda sær til Miklagarð við vøruni.

Hoyr Jørgen Jørgensen, slaktara í Miklagarði, í útvarpstíðindunum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. apríl
Dagur & vika - teknmálstulkað
206524
Týsdag 31. mars
Veðrið
206501
Týsdag 31. mars
KAKUMiKS 2 (2:7) - teknmálstulkað
206483