Serfrøðin hjá fiskimanninum verður ikki vird

24.08.2014 - 17:11
Innlendis›Samfelag
Serfrøðin hjá fiskimanninum verður ikki vird

Serfrøðin, sum fiskimenn hava, fær ikki ta virðing, sum hon hevur uppborið.

Tað sigur Dennis Holm, formaður í Fiskidaganevndini.

Fiskatilfeingið í framtíðini var evni á pallborðsfundinum, sum var í Klaksvík í sambandi við Sjómannadagarnar, og Dennis Holm var millum teirra, sum sat við pallborðið.

Dennis Holm, sum er samfelagsfrøðingur, hevur í fleiri ár granskað í fiskivinnuspurningum. Hann sigur seg vera ovfarnan av allari vitanini, sum fiskimenn hava.

Tá fiskidagarnir vórðu til viðgerðar í tinginum herfyri, varð víst á, at tað er trupult hjá tinginum at taka støðu, tí tilmælini frá Fiskidaganevndini og Havstovuni eru so ólík, og tingfólk eftirlýstu eitt felags tilmæli um fiskidagar.

Petur Steingrund, fiskifrøðingur, segði á pallborðsfundinum í Klaksvík, at tað ber væl til at samansjóða sjónarmiðini hjá fiskimonnum og fiskifrøðingum.

 

Mynd: Dennis Holm, formaður í Fiskidaganevndini

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-ArcticVision 2026
214213