Liðskiparin: Vit áttu at fylgt upplegginum betur

07.09.2014 - 23:33
Innlendis
Liðskiparin: Vit áttu at fylgt upplegginum betur
Fróði Benjaminsen sigur at fyrri hálvleikur gekk sum heild væl, men teir áttu at fylgt upplegginum betur í seinna hálvleiki

Fróði Benjaminsen sigur at teir vóru sera nøgdir at vera á odda í hálvleikinum, men seinni hálvleikur gekk bara ikki sum ætlað.

Hann sigur millum annað at teir brúka sera nógva orku uppá at renna eftir mótstøðuleikarunum, og tveita bóltin vekk ov ofta. 

 

Fróði Benjaminsen var maðurin við flest dystum í beinunum í kvøld. Hetta var dystur nummar 80 hjá Føroyska liðskiparanum. 

Hoyr samrøðuna við liðskiparan, sum varð gjørd eftir dyst nummar 80 hjá Fróða Benjaminsen.

 

Úrslitið : Føroyar 1 - Finnland 3

1-0 41 min Christian Lamhauge Holst 
1-1 52 min Riku Riski
1-2 78 min Riku Riski
1-3 82 min Roman Eremenko

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. august
Radio Stjernekilde - Partur 11
209138
Fríggjadag 31. juli
Vikuskiftið 31 juli 2026
211450
Fríggjadag 31. juli
Tað er einaferð um árið - 2026
211431
Fríggjadag 31. juli
Ólavsøkuaftan í útvarpinum
211430
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375