Reiðarafelagið aftur virkið

11.09.2014 - 18:08
Innlendis›Vinna
Reiðarafelagið aftur virkið
Stóru avbjóðingarnar hjá Føroya Reiðarafelag eru samráðingarnar við manningarfeløgini og spurningurin um, hvat hendir 1. januar í 2018

Føroya Reiðarafelag er nú virkið aftur.

Í dag varð nýggj nevnd vald, og Anfinn Olsen er valdur til formann. Han sigur, at stóru avbjóðingarnar hjá Føroya Reiðarafelag eru samráðingarnar við manningarfeløgini og spurningurin um, hvat hendir 1. januar í 2018.

Átta limir eru í nevndini í Føroya Reiðarafelag: Anfinn Olsen, sum umboðar partrolarar er formaður, Hanus Hansen, sum umboðar flakatrolarar, er næstformaður.

Hinir eru: Tummas Henriksen, umboðandi lemmatrolarar, Hálvdan Gudmundsen, umboðandi línuskip, Gunnbjørn Joensen, umboðandi garnaskip, Johan Joensen, umboðandi rækjuskip, Dánjal Johansen, umboðandi ídnaðarskip og Jógvan Jespersen, umboðandi nótaskip.

Stjóri í Reiðarafelagnum er Herálvur Joensen.

Hoyr samrøðu við Anfinn Olsen í útvarpstíðindunum.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 15. november
Bolero - Niels V. Gade
216433
Sunnudag 15. november
Guðstænasta í Haldarsvíkar kirkju
216428
Sunnudag 15. november
Filosofiskur 8.partur
216351
Leygardag 14. november
TEMAPLÁTAN 40: 'Fahrenheit', Toto, 1986
215932
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Møti
216442
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Sunnudag 15. november
Talvið um Tinganes (2:2) - teknmálstulkað
216435