Fuglafjørður: Varaborgarstjórin úr samgonguni

13.09.2014 - 13:49
Innlendis›Politikkur
Fuglafjørður: Varaborgarstjórin úr samgonguni
Sonni á Horni, borgarstjóri, sigur, at ein meiriluti er framvegis í býráðnum

Ósemja er í meirilutanum í Fuglafirði, og varaborgarstjórin, Magnus Midjord, sum er valdur á sama lista sum borgarstjórin, hevur tikið seg úr samgonguni.

Sonni á Horni, borgarstjóri, harmast, men hann heldur framvegis, at ein meiriluti er í býráðnum.

Hóast ein samgonga í einum býráð missir meirlutan, so eru borgarstjórin og varaborgarstjórin valdir fyri fýra ár, og tí er ikki neyðugt hjá teimum at leggja frá sær.

 

Mynd: Sonni á Horni er borgarstjóri í Fuglafjarðar býráð. Nú hevur varaborgarstjórin tikið seg úr samgonguni

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717