Heiðaúlvar glymja

17.09.2014 - 15:33
ListTónleikur
Heiðaúlvar glymja
Áhugin fyri danska rokkpoetinum Eik Skaløe er vaksandi. Ævisøga er skrivað, og nú verður leikfilmur um hann sýndur.

Millum filmarnar, sum hava verið sýndir á stóra altjóða filmsfagnaðinum í Toronto í Kanada í hesum døgum, er nýggi danski leikfilmurin "Itsi Bitsi", sum Ole Christian Madsen hevur leikstjórnað. Filmurin hevur verið vístur í sonevndu "Contemporary World Cinema" deildini.
"Itsi Bitsi" er søgan um danska yrkjaran og sangaran í bólkinum Steppeulvene, Eik Skaløe. Gátuføra lagna hansara hevur vunnið honum støðu sum mýta. Eik Skaløe var gávaður yrkjari og var tann fyrsti, sum sang rokksangir á donskum. Kim Larsen hevur seinni sagt, at tað var Eik Skaløe, sum fekk seg at syngja á donskum heldur enn á enskum, sum hinir í Gasolin ætlaðu.
Eik Skaløe var blómubarn, hevði brennandi ævintýra- og útferðartráan, men nívdist av innvortis friðloysi og tvørrandi samljóði við seg sjálvan. Hann hvarv á fjakkaraferð eystanfyri, 25 ára gamal. Sum árini eru gingin, er áhugin fyri fyrsta danska rokkpoetinum og gátuføru lagnu hansara støðugt vaksin. Í 2012 skrivaði musikkhøvundurin Jan Poulsen bók um Eik Skaløe. Ævisøgan, ið ber heitið "Spejder og steppeulv", fekk ógvuliga góð skoðsmál. Tónleikaritið Gaffa gav bókini fimm stjørnur.
Og nú kemur so leikfilmurin um Eik Skaløe. Leikstjórin Ole Christian Madsen, sum fyrr hevur leikstjórnað filmum sum "Nordkraft", "Prag" og Superclassico", hevur leingi gingið við søguni um Eik Skaløe í tonkunum. Frumsýningin í donskum biografum verður 19. februar komandi ár.
Í 2003 var útvarpssending um Steppeulvene og Eik Skaløe. Skrokkurin er samrøða við Stig Møller, sum stovnaði Steppeulvene saman við Eik Skaløe. Stig Møller skrivaði allar sangirnar á víðagitnu LP-plátuni hjá bólkinum í 1967 - Eik átti tekstirnar og sang.
1. juni 2003 var Suni Merkistein á gátt hjá Stig Møller á Jagtvej í Keypmannahavn. Eyðkendi lukturin í íbúðini av hippitorvi varskógvaði, at Steppeulvene eru ektaðir, rótfestir í sínum ungdómshugsjónum, og leggja ikki í at gera seg til annað enn tað, sum teir altíð hava verið - heiðaúlvar.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 6. mai
Dylan 85
207986
Mikudag 6. mai
Skratsj 6. maj 2026
207974
Mikudag 6. mai
Eitt korter við klassiskum
207973
Týsdag 5. mai
1. maidagshald í Vágsbotni í Havn
207937
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 6. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207968
Týsdag 5. mai
Veðrið
207947
Mánadag 4. mai
Veðrið
207904