- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kynstrið at hála granskarar niður á jørðina
27.09.2014 - 15:55
Innlendis
Kynstrið at hála granskarar niður á jørðina
Kári Sólstein, programfólk í Kringvarpi Føroya, varð í gjárkvøldið heiðraður av Granskingarráðanum fyri sítt hegni at miðla gransking og vitan

Tað var serliga fyri útvarpssendingina Vitan, at Kári Sólstein varð heiðraður í sambandi við árligu Vísindavøkuna.
Í grundgevingini fyri at lata Kára Sólstein heiðurslønina á 5000 krónur, varð millum annað sagt, at hann dugir framúrvæl at seta einfaldar - onkur vildi sagt býttar - spurningar.
Hetta er triðju ferð, at Granskingarráðið letur heiðurslønina. Í 2012 varð hon latin Dorete Bloch, professara í lívfrøði, og í fjør fekk Pál Weihe, yvirlækni og formaður í Fólkaheilsuráðnum, heiðurslønina.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV











