Maskinmeistarafelagið kærir løgregluna

03.10.2014 - 16:13
InnlendisSamfelag
Maskinmeistarafelagið kærir løgregluna
Felagið fer at kæra løgregluna til ríkispolitiovastan, tí løgreglan einki hevur gjørt við eitt mál um tvey línuskip, sum hava mynstrað ólógliga

Talan er um línuskipini, Klakk og Eivind.

Maskinmeistarafelagið kom eftir, at bæði skipini høvdu brotið manningarlógina, tí við øðrum skipinum høvdu maskinmeinninir ikki vinnubrav, og á hinum var bert ein maskinmeistari, hóast kravið er tveir.

Hóast Maskinmeistarafelagið hevur meldað málini til politiið, og gjørt vart við málini hjá Vørn og Sjóvinnustýrinum, so er einki hent. Tí verður løgreglan nú kærd til ríkispolitiovastan, sigur Maskinmeistarafelagið.

Hoyr innslagið her.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 4. mai
Veðrið
207904
Sunnudag 3. mai
Guðstænasta í Mariukirkjuni
207844
Leygardag 2. mai
Andakt dýra biðidag.
207816
Fríggjadag 1. mai
Kakumiks 2 (7:7)
207781