Ivast í grannskoðan hjá SSL vilja hava hana flutta

22.10.2014 - 12:52
InnlendisSamfelag
Ivast í grannskoðan hjá SSL vilja hava hana flutta
Løgtingsgrannskoðararnir vilja hava grannskoðanina hjá Strandfaraskipum landsins flutta til Landsgrannskoðanina

Spurningurin er, hví privata grannskoðaravirkið hjá Strandfaraskipum landsins ikki loftaði fíggjarliga óskilinum á stovninum.

Tí vilja løgtingsgrannskoðararnir nú hava Landsgrannskoðanina at grannskoða Strandferðsluna, sigur Reimund Langgaard, formaður hjá løgtingsgrannskoðarunum. 

Beinta Dam, landsgrannskoðari, sigur, at Landsgrannskoðanin kann grannskoða Strandfaraskip landsins, um hon fær pengar til tað arbeiðið.

Formansskapurin í løgtinginum viðgjørdi málið í gjár, men tað er aftur á skránni hjá formansskapinum í morgin.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. mai
Flaggdagshald 2024
174454
Mikudag 1. mai
Morgunlestur mikudagur 1. mai 2024
174291
Mikudag 1. mai
LEITISSTEIN 30.04.2024 (Hamradun)
174433
Týsdag 30. apríl
Samværi 033 - at geva út
174140
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 30. apríl
Mett fyri minni (1:3) - teknmálstulkað
174432
Týsdag 30. apríl
70 metra dýpi - teknmálstulkað
174431
Týsdag 30. apríl
Veðrið
174418
Týsdag 30. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174398
Sunnudag 28. apríl
Andakt við Jóhan Peturi Johannesen
174283