Sein viðgerð av landsroknskapinum

02.03.2018 - 12:35
InnlendisPolitikkur
Sein viðgerð av landsroknskapinum
Fíggjarnevndin drálar so nógv við síni viðgerð av landsroknskapinum, at hann missir virði sum amboð til at gera fíggjarlóg.

Landsroknskapurin fyri 2016 hevur ligið og blomstrað í fíggjarnevndini síðani 4. desember.

Fyri nøkrum árum síðani fingu løgtingsgrannskoðararnir annars hert reglurnar fyri, nær roknskapurin hjá landinum skuldi verða liðugur og lagdur fyri tingið, so hann kundi brúkast sum amboð til at gera fíggjarlóg.

Árini frammanundan var roknskapurin annars komin darlandi ár eftir, at hann var relevantur, og tí var hann til lítið gagn, eins og áhugin fyri honum var lítil.

Tað eydnaðist at fáa vent hesum, og grannskoðanin legði eisini roknskapin fyri 2016 fram til tíðina, also síðst í november, so løgtingið skuldi kunna viðgera og samtykkja hann, áðrenn fíggjarlógin skuldi samtykkjast.

Men tøppur kom í.

Áhugin fyri tølunum dalar

4. desember fór roknskapurin í fíggjarnevndina, og har lá hann uttan nakra viðgerð yvirhøvur líka til 6. februar, og ikki fyrr enn í næstu viku, also meira enn tríggjar mánaðir eftir fyrstu viðgerð og mánaðir eftir at fíggjarlógin er samtykt, sleppur løgtingið undir aðru viðgerð av landsins roknskapi fyri 2016.

Joen Magnus Rasmussen er løgtingsgrannskoðari, og tað var hann eisini, tá mannagongdin var herd. Hann er ikki glaður um, at drál aftur er komið í stóra roknskapin.

Drál av hesum slagi ger, at upplýsingar verða mistir, áhugin fyri gomlu tølunum dalar nógv, og ja, tá tingið fer undir ar gera fíggjarlóg fyri 2019, tá eru roknskapartøl fyri 2016 ikki júst feskastu amboð at taka til.

Hoyr innslagið í brotinum omanfyri.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 6. apríl
Guðstænasta úr Havnarkirkju
206641
Mánadag 6. apríl
Várkonsert 2026 (2:2)
206038
Sunnudag 5. apríl
Evangeliskur fundur í Ebenezer
206632
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 6. apríl
Gudstænasta úr Havnar kirkju
206638
Sunnudag 5. apríl
Andakt
206635
Sunnudag 5. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
206624
Fríggjadag 3. apríl
KAKUMiKS 2 (3:7)
206554