Handverkarar somu lønarhækking sum arbeiðsfólk

29.10.2014 - 07:44
InnlendisVinna
Handverkarar somu lønarhækking sum arbeiðsfólk
Lønin hækkar 1,98 prosent 1.oktober í ár og 2,25 prosent 1.oktober næsta ár. Tvey ára sáttmáli varð gjørdur í gjárkvøldið
Tvey ára sáttmáli varð undirskrivaður gjárkvøldið
Mynd: Savnsmynd  

Um hálvgumtíggjutíðina gjárkvøldið skrivaðu handverksmeistarar og handverkarar undir nýggjan sáttmála, sum er galdandi til 1.oktober í 2016.
Semingsroyndin byrjaði klokkan tíggju gjáramorgunin, og slakar 12 tímar seinni varð sáttmálin klárur at undirskriva.
Semingsstovnurin varð boðsendur næstseinasta týsdag, tí tá ásannaðu partarnir, at sáttmálasamráðingarnar, sum byrjaðu 17.september, bóru ikki á mál.
Fýra feløg vóru við í samráðingunum, Føroya Handverksmeistarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Handverkarafelag og Landsfelag Handverkaranna.
Terje Sigurðsson, annar semingsmaðurin, segði soleiðis um sáttmálan, tá vit tosaðu við hann í gjárkvøldið

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 30. apríl
Sharenting
207472
Hósdag 30. apríl
Sært tú fuglin? III 3:4
207786
Mikudag 29. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207708
Týsdag 28. apríl
Veðrið
207687