- Tíðindi, mentan og ítróttur
Aðalráðini brúka meiri enn játtanarkarmin
10.11.2014 - 10:45
Innlendis›Politikkur
Aðalráðini brúka meiri enn játtanarkarmin
Fíggjarnevndin miðar eftir, at fíggjarlógaruppskotið kemur aftur í tingið um ein mánað

Aðalráðini biðja løgtingið um fleiri pengar næsta ár enn løgtingið í vár samtykti at geva teimum.
Fíggjarnevndin hevur spurt aðalráðini, hví so er, hví tey ikki halda játtanarkarmin í fíggjarlógaruppskotinum, men biðja um nakrar milliónir meira. Og aðalráðini hava svarað.
Men Fíggjarnevndin hevur ikki viðgjørt grundgevingarnar enn, sigur Bárður á Steig Nielsen, formaður í Fíggjarnevndini:
Nevndin miðar eftir at hava álitið um fíggjarlógaruppskotið liðugt um ein mánað, tann 8.desember.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV












