Jørgen tók málið um rentustuðulin aftur

14.11.2014 - 11:14
Innlendis›Politikkur
Jørgen tók málið um rentustuðulin aftur
Fíggjarnevndin mælti til at fella uppskotið hjá landsstýrismanninum í fíggjarmálum

Rentustuðulin verður ikki broyttur - fyribils ið hvussu er.

Á tingfundi fyrrapartin avgjørdi Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, at taka uppskotið um at lækka rentustuðulin aftur.

Jørgen Niclasen skeyt upp at lækka rentustuðulin niður í 34 prosent næsta ár, og so líðandi niður í 30 prosent í 2019. Fíggjarmálaráðið hevur mett, at landskassin sparir hálva triðju millión kr. fyri hvørt prosentið, og tí verður sparingin 12,5 milliónir kr. í 2019.

Sambært útrokningum hjá Fíggjarmálaráðnum missa fólk úr 17 upp í 96 krónur í rentustuðli um mánaðin.

Ein samd fíggjarnevnd mælti til at fella uppskotið hjá landsstýrismanninum. Hon segði, at Jørgen Niclasen eigur heldur at gera eina langtíðarætlan og semju við allar flokkar á tingi um, hvussu rentustuðulin skal vera í framtíðini.

Jørgen Niclasen segði í tinginum, at hann tók sjónarmiðini hjá Fíggjarnevndini til eftirtektar, og tí tók hann uppskotið aftur.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Veðrið
215860
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775