Málið um Chr. í Grótinum reist í Brússel

19.11.2014 - 11:11
InnlendisSamfelag
Málið um Chr. í Grótinum reist í Brússel
Fiskimálaráðið fer tó ikki at leggja seg út í sakarmálið, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður

Kunngerðirnar, sum uppsjóvarskipið Christian í Grótinum er ákært eftir í Hetlandi, eru um at blaka fisk út.

Og tá skipið er sera framkomið, og tekur allan fiskin við til lands, má talan vera um eina misskiljing, at skipið varð tikið.

Tað sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður.

Fiskimálaráðið hevur longu sett seg í samband við fiskivinnumyndugleikarnar í Bruxelles. Málið verður reist í morgin, tá samráðingar verða um makrelin, og tá sínámillum samráðingar um fiskiskap verða við ES fyrst í desember, sigur Jacob Vestergaard.

Landsstýrismaðurin sigur, at Fiskimálaráðið leggur seg ikki út sakarmálið, sum verður í Lerwick 9. desember, har skiparin á Christiani í Grótinum er ákærdur fyri brot á tvær kunngerðir um fiskskap í ES sjógvi.

Reiðaríið mátti veita trygd fyri umleið 200.000 kr., áðrenn skipið slapp úr aftur Lerwick.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. juli
HM-poddurin #7: Stjørnurnar glitra
210935
Týsdag 14. juli
Millum tøkini - Vestanstevnan 2026
210920
Týsdag 14. juli
HM-tíðindini 14. juli 2026
210911
Mánadag 13. juli
Oyggjar undir trýsti - 2. partur
210484
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815