- Tíðindi, mentan og ítróttur
Taks avlýsir tilboðið um skrivstovumøblar
TAKS avlýsir nú keypið av skrivstovumøblum frá fyritøkuni Stokholmi.
Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum kravdi eina frágreiðing frá Taks, eftir at stovnurin hevði tikið av dýrasta tilboðnum av skrivstovumøblum til skrivstovurnar á Skálatrøð.
Í gjár var fundur millum partarnar, og har boðaði Taks frá, at tey avlýsa keypið og fara at fylgja almenna innkeypspolitikkinum.
Tilboðið hjá Stokholmi var 265.000 krónur dýrari enn lægsta tilboð, sum Nema átti.
Stokholm bjóðaði sær at selja skrivstovumøblarnar fyri 712.000 krónur.
Tilboðið frá Inventartænastuni var 573.000 krónur.
Idé Møblar kundi selja møblarnar fyri 512.000 krónur, og tilboðið frá NEMA var 447.000 krónur.
Hoyr Jørgen Niclasen, landsstýrismann, í útvarpstíðindunum
Sí eisini