Ætlaðu at steðga viðgerðum á Landssjúkrahúsinum

20.11.2014 - 09:16
InnlendisPolitikkur
Ætlaðu at steðga viðgerðum á Landssjúkrahúsinum
Leiðslan er óetisk, sigur Pero Soré, giktlækni

Leiðslan á Landssjúkrahúsinum ætlaði í summar at steðga øllum nýggjum viðgerðum við 10 ymiskum sløgum av heilivági fyri eitt nú gikt, tarmsjúku og krabbameini. Endamálið var at spara pening.

- Leiðslan er óetisk, og henni vantar empati, sigur giktalæknin, Pero Soré, sum hevur sagt úr starvi 1. januar.

Tað eru umleið 140 giktasjúklingar í Føroyum, sum hava tørv á hesum heilivági, og tað kostar umleið 100.000 krónur um árið fyri hvønn.

Í gjár boðaði Heilsumálaráðið frá, at landsstýrismaðurin hevur tryggjað 2,5 mió. kr. í eykajáttan til heilivág, og tí fáa øll tann heilivág, teimum tørvar, sigur Heilsumálaráðið

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 10. september
Nýtt ljóð
213059
Hósdag 10. september
Eitt korter við jazzi
213032
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 10. september
Veðrið
213065
Hósdag 10. september
Møti hjá Frelsunarherinum - teknmálstulkað
213039
Mikudag 9. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213002
Týsdag 8. september
Veðrið
212949