Royna at fáa øll lond við í makrelsemjuna

24.11.2014 - 15:12
InnlendisSamfelag
Royna at fáa øll lond við í makrelsemjuna
Føroyar hava nú formansskapin í samráðingunum millum strandarlondini um makrel

Tað er ein avbjóðing, at nøkur lond framvegis eru uttan fyri makrelsemjuna.

Tað ásannar Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, nú Føroyar hava formansskapin í samráðingunum millum strandarlondini um makrel.

Føroyar, ES og Noreg hava sett av 164.000 tons til Íslands, Russlands og Grønlands at fiska í 2015. Tað eru 15,6 prosent av heildarkvotuni. Spurningurin er, um tað ikki kann enda sum við svartkjaftinum, at brádliga er eingin makrelur eftir.

Tí verður roynt at fáa øll lond við í makrelsemjuna, serliga Ísland, sigur Jacob Vestergaard.
 

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 26. apríl
Credo :C.S.Lewis 3:3
207519
Leygardag 25. apríl
Jambalaja - 250426
207562
Leygardag 25. apríl
Vikugesturin: Hví ikki eg?
207557
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204
Fríggjadag 24. apríl
Veðrið
207539
Fríggjadag 24. apríl
Kakumiks 2 (6:7)
207533