Nøgdur hóast kvotan minkaði góð 20.000 tons

25.11.2014 - 07:15
InnlendisVinna
Nøgdur hóast kvotan minkaði góð 20.000 tons
Heildarkvotan av makreli í 2015 bleiv størri enn Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, hevði væntað

Hóast føroyska makrelkvotan næsta ár er 23.000 tons minni enn í ár, er landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum nøgdur við úrslitið, sum ES, norra og Føroyar komu til í Bergen fríggjadagin. 

Og av tí at Føroyar hava avtalu við norra og ES ber betur til at skipa fiskiskapin, sigur jacob vestergaard, landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum:   

Føroyar hava nú formansskapin í samráðingunum um makrel.

Longu í mars næsta ár hittast strandarlondini aftur at viðgera makrelin. Og tað verður í Føroyum. 

Á tí fundinum er ætlanin at fáa semju um eina umsitingarætlan fyri makrelin, eina ætlan um, hvussu nógv er ráðiligt at taka úr makrelstovninum á hvørjum ári.

Fundurin verður í mars, eftir at ICES kemur við sínari tilráðing um makrel í februar, segði Herluf Sigvaldsson, samráðingarleiðari, við Útvarpið í oktober.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. juni
RagnarRokk 18.juni 2029
208904
Hósdag 18. juni
RagnarRokk: Neal Morse um L.I.F.T.
208901
Hósdag 18. juni
Kvørnin: "TeleMama"
209895
Hósdag 18. juni
Morgunlestur hósdagur 18.juni 2026
209565
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. juni
Veðrið
209894
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762