Taks biður nú um tilboð á Keypsportalinum

25.11.2014 - 08:58
InnlendisSamfelag
Taks biður nú um tilboð á Keypsportalinum
Partur av játtanini verður fluttur til næsta ár, og tí er stovnurin ikki bundin av at avgreiða keypið í ár

Taks keypir einki innbúgv í hesum umfari. Í staðin fer Taks at biðja um nýggj tilboð, hesaferð á Keypsportalinum.

Taks hevur fingið loyvi úr Fíggjarmálaráðnum til at flyta nakað av pengum til játtanina næsta ár, og tí er stovnurin ikki longur noyddur at avgreiða keypið í ár.

- Tað gevur okkum tíð til at rætta mistøkini og biðja um nýggj tilboð, sigur Eyðun Mørkøre

5. januar næsta ár flytir høvuðsskrivstovan hjá Taks í nýumvæld høli á Skálatrøð í Havn. Arbeiðið at innrætta nýggju skrivstovuhølini verður tó neyvan liðugt fyrr enn síðst í februar.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttandurðaguðstænasta
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Sunnudag 24. mai
Bolero 24 mai 2026
208761
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208760
Nýggjastu sendingar í SV