- Tíðindi, mentan og ítróttur
Leiguavtala um flogfør bindur Atlantsflog
03.12.2014 - 13:28
Innlendis›Samfelag
Leiguavtala um flogfør bindur Atlantsflog
Í vár skal greiði fáast á, hvat skal gerast við tey bæði flogførini, sum flogfelagið er bundið av at leiga til 2016
Atlantsflog noyðist at hava øll tey trý stóru flogførini í flotanum, til leiguavtalurnar fyri tvey av flogførunum fara úr gildi í 2016.
Tí fer felagið ikki at útvega eitt minni flogfar at flúgva til Íslands og Noregs, sum ætlanin hevur verið.
Í vár er ætlanin at fáa greiði á, hvat skal gerast við bæði flogførini, sum felagið hevur leigað, tá leiguavtalaurnar ganga út í september í 2016, sigur Jørgen Holme, stjóri í Atlantsflogi.
Tak niður
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV