- Tíðindi, mentan og ítróttur
Búskapur og útbúgving raðfest fremst
05.12.2014 - 14:30
Innlendis›Politikkur
Búskapur og útbúgving raðfest fremst
Kim Kielsen, formaður í Siumut, heldur fram sum landsstýrisformaður í Grønlandi

Í gjárkvøldið varð greitt, at Siumut, Demokratarnir og Attasut skipa landsstýri í Grønlandi eftir landstingsvalið herfyri.
Samgongan hevur 17 tingsessir og andstøðan 14.
Kim Kielsen, formaður í Siumut, sum var fyribils landsstýrisformaður, eftir at Aleqa Hammond legði frá sær, heldur fram sum landsstýrisformaður fyri nýggja landsstýrinum.
Hann sigur, at samgongan fer at raðfesta búskap, útbúgving og møguleikarnar at útvega Grønlandi fleiri inntøkur fremst.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV












