Mamman: - Fótbóltspælari bleiv hann ikki

05.12.2014 - 08:42
Lívsstílur›Børn
Mamman: - Fótbóltspælari bleiv hann ikki
Klæmint Andrasarson Olsen, er føddur við einum klumpfóti. Til seinastu kanningina segði læknin, at fór ikki at megna at verða fótbóltsspælari
Klæmint Olsen og familjan

Heima hjá Haldu Tausen Olsen og Andras Olsen í Rituvík býr ein sólskinssøga.

Fyri 24 árum síðani átti Halda Tausen Olsen ein son, sum var føddur við einum breki. Hann var føddur við einum klumpfóti, sum hevði eitt bananskap.




Soleiðis sá fóturin út, tá Klæmint varð føddur



Hóast brekið ikki var eins stórt, sum onnur brek, so fylti brekið nógv í eitt tíðarskeið.

Klæmint fær ikki sett av við vinstra beini, og er leggin bert ein triðipartur í mun til leggin í høgra beini. 

 


Beinskinnarin, sum Klæmint svav við í fimm ár.

 


Mamman, gav Klæminti viðgerð hvønn morgun og kvøld í fimm ár, hóast hon fekk boð um at slakka av eftir tvey ár.
Hetta kann vera atvold til at hann í dag er ein av Føroya bestu fótbólsspælarum. 

 

 



Hoyrið samrøðuna við mammuna, Haldu Tausen Olsen og sonin Klæmint Andrasarson Olsen

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028