Skúladepilin: Tíðarætlanin heldur

10.12.2014 - 15:33
Innlendis›Samfelag
Skúladepilin: Tíðarætlanin heldur
Arbeiðið skal verða liðugt í 2016, og kostnaðarmetingin heldur eisini, sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður

Skúladepilin í Marknagili í Havn verður klárur at taka í nýtslu við skúlaársbyrjan í 2016, og kostnaðarmetingin, sum er 515 milliónir krónur, fer eisini at halda.

Tað upplýsti Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, fyri løgtinginum í dag

Gunvør Balle úr Tjóðveldi spurdi um málið, og hon vildi eisini hava at vita, hvussu gongst at selja bygningarnar hjá Tekniska skúla í Smiðjugerði og Handilsskúlan.

Bjørn Kalsø svaraði, at farið verður at selja bygningarnar, tá fíggjarlógin er samtykt fyri jól.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026