Tyrlupallurin má umvælast

10.12.2014 - 10:00
InnlendisSamfelag
Tyrlupallurin má umvælast
Stjórin á Landssjúkrahúsinum viðgongur, at tyrlupallurin treingir til ábøtur

- Tað er ikki nøktandi, at tyrlupallurin við Landssjúkrahúsið ikki kann nýtast í myrki.

Tað ásannar Sigurð Ó. Vang, stjóri á Landssjúkrahúsinum.

Hann viðgongur, at hann hevur vitað, at tyrlupallurin treingir til ábøtur.

Í gjáramorgunin avgjørdi leiðarin á tyrludeildini hjá Atlantsflogi, at tyrlupallurin kann ikki nýtast, tí tað er ikki nóg trygt at seta seg i myrki.

Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, sigur í stuttari viðmerking, at tað er púra nýtt fyri sær, at tyrlupallurin við Landssjúkrahúsið er í so ringum standi, at hann ikki kann brúkast. Hann fer nú at kanna málið nærri.

 

Mynd: Sigurð Ó. Vang, stjóri á Landssjúkrahúsinum 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 2. apríl
Gudstænasta úr Havnar kirkju
206563
Mikudag 1. apríl
Dagur & vika - teknmálstulkað
206524
Týsdag 31. mars
Veðrið
206501
Týsdag 31. mars
KAKUMiKS 2 (2:7) - teknmálstulkað
206483