Kanna umstøðurnar fyri tyrlupalli í Nólsoy

11.12.2014 - 09:03
InnlendisSamfelag
Kanna umstøðurnar fyri tyrlupalli í Nólsoy
Higartiil hevur tyrlan eitt nú sett seg í skúlagarðinum í bygdini

Í næstum fara umboð fyri Landsverk og Tórshavnar kommunu til Nólsoyar at kanna umstøðurnar, hvar ein tyrlupallur skal gerast.

Tyrludeildin hjá Atlantsflogi hevur vrakað tyrlupallin á landssjúkrahúsinum til lending í myrkri, tí pallurin lýkur ikki krøvini til trygd, ið evropeisku loftferðslumyndugleikarnir seta. Og hann er so mikið vánaligur, at hann heldur ikki er egnaður til lending í dagsljósi, men her verður gjørt eitt undantak fyri fyrst.

Í Nólsoy er avbjóðingin ein heilt onnur, tí har er eingin tyrlupallur yvirhøvur. Higartil hevur tyrlan sett seg í eitt nú skúlagarðinum.

Suni Poulsen, verkfrøðingur hjá Landsverki, sum hevur eftirlit við tyrlupallum, sigur, at øki til tyrlupall skal vera slætt. Men tá talan er um útoyggj, so eru sjáldan nógv øki at velja ímillum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 10. september
Nýtt ljóð
213059
Hósdag 10. september
Eitt korter við jazzi
213032
Hósdag 10. september
Morgunlestur hósdagur 10. september
212705
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 10. september
Veðrið
213065
Hósdag 10. september
Møti hjá Frelsunarherinum - teknmálstulkað
213039
Mikudag 9. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213002
Týsdag 8. september
Veðrið
212949