Battarí kann hava fest eld í

05.01.2015 - 12:46
Innlendis›Samfelag
Battarí kann hava fest eld í
Løgreglan hevur funnið eitt 9 V-battarí, sum kann verða orsøkin til eldin á Bergsvegi í Havn fríggjakvøldið

Hoyr samrøðu við Michael Gram, brandtekinkara hjá løgregluni, sum greiðir frá, hvussu battaríið kann hava samband við eldin.

Her kanst tú síggja Dag og viku-innslagið frá november í fjør, tá Michael Gram greiðir frá um vandan við battaríum. 

 

Eldur á Íslandsvegnum

Náttina eftir var eldur í einum íbúðarhúsum við Íslandsvegin í Havn. Har eru kanningar eisini gjørdar, og har er eisini staðfest, at skammlop ikki er orsøkin. Hinvegin kann kann ikki útilokast, at stearinljós ella sigarett hevur fest í.

Loftið í íbúðini, har eldur kom í, er av sonevndu bleytu plátunum, sum geva eitrandi royk frá sær, tá tær brenna. Tí hevði tað sera stóran týdning, at eldurin var fráboðaður so skjótt, sigur Hildur Hentze, varaleiðari á kriminaldeildini. 

Høvdu ikki flutt bústað

Fimm íbúðir eru í húsinum, og løgreglan hevði trupult við at staðfesta, hvør búði í húsinum. Sambært Landsfólkayvirlitinum, sum var dúgliga brúkt hetta kvøldið, búðu níggju fólk í húsinum hetta kvøldið, tá eldur kom í.

Løgreglan setti seg í samband við øll, fyri at vakja tey og boða frá eldinum. Men tað vísti seg, at fleiri teirra langt síðani vóru flutt.

Sostatt brúkti løgreglan virðismikla og óneyðuga tíð til at ringja, sigur Hildur Hentze. Og heldur ikki postkassin, sum hoyrdi til íbúðarhúsini var dagførdur, og tí stóðu persónar at búgva har, sum vóru ikki búðu har longur. Tí var trupult at vita, hvør búði har, og síðani at fáa greiðu á, um tey vóru stødd á bústaðnum.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655