Fleiri enn 9000 harur skotnar í 2014

12.01.2015 - 10:36
Lívsstílur
Fleiri enn 9000 harur skotnar í 2014
Fleiri enn 1000 túrar eru gjørdir um landið í 2014 at skjóta harur, og tilsamans eru 9138 harur skotnar

Eyðfinn Magnussen hevur í vetur savnað hagtøl um, hvussu nógvar harur verða skotnar ymsastaðni kring landið. Innsavnining er nú um at vera liðug. Omanfyri stendur at skotnat eru 9138 harur í 2014. Hetta var umleið eina viku áðrenn kanningin var liðug.

Reyði litirin vísur har skotið hevur verið

NÚ ER KOMIÐ HEILT VÆL Á VEG VIÐ SKRÁSETINGINI
Á kortinum niðanfyri, sum Bjarki G. Dalsgarð hevur gjørt, sæst í hvørjum hagapørtum, harutølini eru skrásett.
- Reytt vísir, at harur eru skotnar og at hagtøl eru komin inn.
- Appilsingult = Harur skotnar, eingi tøl skrásett.
- Grønt = Eingin túrur/eingin hara skotin.
Kortið vísir, at:
- Mykines, Vágar, Streymoy, Nólsoy eru allar 100% litaðar.
- Viðoy og Hestur mangla ein hagapart.
- Kunoy mangla tveir.
- Borðoy, Svínoy og Skúvoy mangla 3.
Hinar oyggjarnar mangla fleiri hagapartar.

Komið við seinastu tølunum
Á kortinum niðanfyri sæst eisini, hvørjir hagapartar framvegis mangla.
Eg fari tí at heita á harumenn, um at senda mær tey seinastu tølini, so eg kann fara undir at skriva tað endaligu frágreiðingina um Haruveiðan í Føroyum í 2014.
Tølini kunnu antin skrivast á Facebook-síðuna ella sendan til mín við telduposti: Eyðfinnm@setur.fo

 
Er kopiera

Sí eisini

02.12.13
19878
13.12.24
185074
  •  
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 31. desember
Nýggjár 2024
185722
Týsdag 31. desember
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
185719
Mánadag 30. desember
Veðrið
185702
Sunnudag 29. desember
Fagnaðarkonsert fyri Knút Olsen
185655
Sunnudag 29. desember
Andakt við Hanusi á Gørðum
185653