Helvtin av serlæknunum fer frá um fá ár

25.01.2015 - 14:41
InnlendisSamfelag
Helvtin av serlæknunum fer frá um fá ár
Serlæknar søkja ikki størv í Føroyum, tí arbeiðsumstøðurnar eru so vánaligar, sigur næstformaðurin í Serlæknafelagnum

Nærum helvtin av serlæknunum í Føroyum er 60 ár og eldri. Læknarnir fara frá fyri aldur í seinasta lagi um sjey ár.

Tað kann elva stórt trot á serlæknum, samstundis sum tað er torført at fáa serlæknar til Føroya at starvast.

Tað sigur næstformaðurin í Serlæknafelagnum, Fróði Joensen, sum er yvirlækni á barnadeildini á Landssjúkrahúsinum.

Serlæknar søkja ikki størv í Føroyum, tí arbeiðsumstøðurnar eru vánaligar, sigur hann.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 10. juni
Skratsj 10. juni 2026
209530
Mikudag 10. juni
Morgunlestur mikudagur 10.juni 2026
209282
Týsdag 9. juni
Morgunlestur týsdagur 9.juni 2026
209281
Mánadag 8. juni
Poppverturin 2
208458